Løgmaður: Tingfólkini kunnu ynskja sær forfólkasess í nevndum

Løgmaður: Tingfólkini kunnu ynskja sær forfólkasess í nevndum
Av teimum trimum formans- ella forkvinnusessunum í løgtingsnevndunum, sum Fólkaflokkurin fekk, er eingin kvinna
Beinir Johannesen, løgmaður og formaður í Fólkaflokkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.04.2026 - 10:25

- Tað stendur øllum okkara tingfólkum í boði at ynskja sær ein formans- ella forkvinnusess í løgtingsnevndunum.

Tað sigur Beinir Johannesen, løgmaður og formaður í Fólkaflokkinum, nú Fólkaflokkurin onga kvinnu hevur valt í leiðandi sessirnar í løgtingsnevndinum.

Í teimum tilsamans átta løgtingsnevndunum - saman við landsstýrismálanevndini og løgtingsgrannskoðaranevndini - eru sjey menn og ein kvinna.

Og av teimum trimum formans- ella forkvinnusessunum í løgtingsnevndunum, sum Fólkaflokkurin fekk, er eingin kvinna.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fekk ongan landsstýrissess, men hon er fyrsta næstforkvinna í formansskapinum í løgtinginum og næstforkvinna í fíggjarnevndini.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

21012026_Beinir_um_formanssessir

 

Helgi Abrahamsen er formaður í fíggjarnevndini, Jørgen Niclasen í uttanlandsnevndini, Ben Arabo í vinnunevndini, Fróði Magnussen í rættarnevndini, Grímur Sundstein í trivnaðarnevndini, og Súsanna Bertholdsen er forkvinna í mentanarnevndini.

Erhard Joensen hevur fingið formannsessin í landsstýrismálanevndini, og Fróði Magnussen er formaður í løgtingsgrannskoðaranevndini.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576