- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dýrt leigumál og Faroe Pride í Fríggjakvøldi

Hóast Landsverk vanliga skal góðkenna allar almennar
leigusáttmálar, so hevur Fiskimálaráðið seinastu trý árini leigað í einum
bygningi uttan at spyrja almenna eftirlitið um ráð.

Leigumálið er samstundis tað dýrasta í landinum ? í mun til
fermetratalið; so dýrt, at Landsverk áður hevur heitt á aðrar leigarar at flyta
úr bygninginum.

Vit spyrja landsstýrismannin í fiskivinnumálum, hví ráðið
leigar so dýrt, samstundis sum onnur mugu spara.

Faroe Pride

Kaj Joensen var við, tá fyriskipararnir av Faroe Pride løgdu
seinastu hond á fyrireikingarnar. Ein samrøða er við ungan samkyndan, sum
krevur líkarætt fyri lógini.

Fríggjakvøld hevur eisini verið uttanlands. Sigrun Brend var
við, tá dómur fall í pedofilimálinum í Amsterdam.

Leivur Frederiksen hevur gjørt samrøðu við Pál Joensen, sum
skal svimja fyri lívinum og gullinum í London í næstum.

Eins fyri lógini

Í orðaskiftinum í kvøld vendir Eydna Skaale millum annað
spurninginum, hvørt Grein 266b hevur broytt nakað í føroyska samfelagnum.
Eisini verður spurningurin um at broyta hjúnarbandslógina, soleiðis at tvey av
sama kyni skulu kunna vígast, viðgjørdur.

Luttakarar eru Poul Guttesen, gudfrøðingur, og Marita
Thomsen, limur í LGBT.