Ulf Kristersson skal nú royna at skipa nýggja stjórn í Svøríki

Ulf Kristersson skal nú royna at skipa nýggja stjórn í Svøríki
Virkandi forsætisráðharrin hevur eina viku til royndina, men tað kann gerast trupult, tí borgarligu flokkarnir hava ikki meiriluta í ríkisdegnum
Ulf Kristersson hevur fingið litið upp í hendur at skipa nýggja stjórn í Svøríki.
Mynd: Claudio Bresciani/TT/Ritzau Scanpix  
 
03.11.2026 - 15:18

Svøríki hevur framvegis onga nýggja stjórn, hóast 51 dagar eru farnir síðani ríkisdagsvalið.

Í dag segði ríkisdagurin greitt nei til Elisabeth Thand Ringqvist, forkvinnu í Sentrumflokkinum, sum var skotin upp sum forsætisráðharri í einari stjórn tvørtur um politisku miðjuna.

324 tinglimir atkvøddu ímóti, og bara 25 atkvøddu fyri. Tað vóru allir tinglimirnir hjá Sentrumflokkinum.

 

Ikki undirtøka fyri miðstjórn

Elisabeth Thand Ringqvist hevði frammanundan boðað frá, at undirtøka ikki var fyri einari stjórn tvørtur um miðjuna, tí flokkarnir ikki kundu semjast um samstarvið.

Tað var annars ein tepur meiriluti til sosialdemokratarnar og hinar reyðgrønu flokkarnar á valinum 13. september.

Men flokkarnir eru ósamdir um, hvør skal sleppa upp í eina nýggja stjórn. 

Vinstraflokkurin krevur at sleppa við í stjórnina, men tað vil Sentrumflokkurin ikki góðtaka.

 


Elisabeth Thand Ringqvist. (Mynd: Martin Pahlmblad/TT/Ritzau Scanpix)

 

Kristersson skal royna seg

Nú hevur formaðurin í ríkisdegnum givið sitandi forsætisráðharranum, Ulf Kristersson, eina viku at kanna møguleikarnar fyri at skipa stjórn.

Men eisini tað kann gerast trupult, tí borgarligu flokkarnir hava ikki meiriluta í ríkisdegnum.

Hetta er aðru ferð, at ríkisdagurin hevur vrakað eitt uppskot um nýggjan forsætisráðharra.

Í Svøríki hevur ríkisdagurin fýra royndir at velja nýggjan forsætisráðharra. 

Eydnast tað ikki í fjórðu royndini, skal nýval skrivast út.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891