- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógvir húsvognar á Summarfestivalin

Eysturoyarportalurin veit at siga, at heili 180 húsvognar hava biðið um pláss á kampingøkinum við Sandin í miðbýnum í Klaksvík.

Og hetta er met, siga tey á Norðoya Kunningarstovu, sum vænta, at enn fleiri húsvognar fara at biðja um pláss.

- Vit hava ikki upplivað slíkan áhuga fyri kampingplássinum fyrr, men enn eru fólk ikki liðug at melda til, so vit fara helst at nærkast 200 húsvognum á økinum í ár, sigur Meiken Steinberg, leiðari á Norðoya Kunnningarstovu.

Nógvir av húsvognunum eru longu komnir uppá pláss, so á Sandinum í Klasvik er ein verulig kampingbygd við at taka skap, skrivar eysturoyarportalurin.

Summarfestivalurin byrjar í kvøld og endar leygarkvøldið