Steðgaður á flogvøllinum - hevði hassj innvortis

Steðgaður á flogvøllinum - hevði hassj innvortis
Nú verður kannað, um ákæruvaldið skal biðja Føroya rætt um varðshaldsfongsling ella straksdóm
Maðurin, sum ikki er føroyingur, var steðgaður Vágum í gjárkvøldið, tá hann kom við flogfari úr Danmark. (Savnsmynd)
 
08.04.2026 - 08:14

Ein maður var steðgaður á flogvøllinum í Vágum, tá hann kom hagar úr Danmark um tíggju-tíðina í gjárkvøldið.

Tollararnir høvdu illgruna um, at hann hevði rúsevni innvortis.

Maðurin var skannaður á Landssjúkrahúsinum. Tað vísti seg, at illgrunin hjá tollvaldinum var rættur.

Maðurin hevði hassj innvortis.

Politiið vil ikki upplýsa, hvussu nógv, talan er um. Heldur ikki, hvussu gamal maðurin er. 

Hann er ikki føroyingur.

Nú verður kannað, um ákæruvaldið skal biðja Føroya rætt um varðshaldsfongsling ella um straksdóm.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334