Fáa peningin aftur við fleiri ferðafólkum

Fáa peningin aftur við fleiri ferðafólkum
Hóast tað kostar Vága Floghavn millum 60.000 og 80.000 krónur at lækka avgjaldið, væntar flogvøllurin at fáa peningin aftur við fleiri ferðafólkum
Vága Floghavn hevur lækkað avgjaldið, til tess at stimbra eftirspurningin eftir ferðaseðlum í tíðarskeiðum, tá færri ferðafólk eru.

10.08.2012 - 10:33

Tað kostar Vága Floghavn millum 60.000 og 80.000 krónur, so ferðafólk kunnu ferðast bíligari við Atlantsflogi í november.

Men leiðslan á flogvøllinum væntar at fáa peningin innaftur við fleiri ferðafólkum, sum nýta tænasturnar á flogvøllinum.

Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, sigur, at flogvøllurin vil vera við til at menna nýggjar farleiðir millum Føroyar og útheimin.

Í hesum sambandi hevur Atlantsflog fingið avsláttur í avgjaldinum, sum flogfelagið rindar flogvøllinum, til nýggju rutuna millum Vágar og Barcelona. Og Atlantsflog hevur eisini fingið avsláttur í avgjaldinum í sambandi við eitt ferðaseðlaátak frá síðst í oktober til fyrst í desember.

Avsláttarskipanin kostar Vága Floghavn millum 60.000 og 80.000 krónur, men flogvøllurin væntar at fáa peningin innaftur við størri inntøkum frá tollfríari sølu, kafeteria og parkering.

Roknað verður við, at eini 1000-1200 fleiri ferðafólk koma og fara um flogvøllin í november. Hetta verður gjørt, til tess at stimbra eftirspurningin eftir ferðaseðlum í tíðarskeiðum, tá minni ferðing vanliga er.

Jákup Sverri Kass sigur, at onnur flogfeløg, sum ætla sær at flúgva til Føroya, fáa somu avsláttarsømdir sum Atlantsflog.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532