- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mitt Romney sleppur undan skatti

Vinnur republikanska forsetavalevnið, Mitt Romney, og varaforsetavalevni hansara, Paul Ryan, forsetavalið, so sleppur Mitt Romney sjálvur lættari í skatti.

Eitt uppskot, sum Paul Ruyan hevur gjørt, gevur nýggja forsetanum nógvar fyrimunir, skriva amerikanskir miðlar. Vinna republikanararnir valið, skal Romney eftir uppskotinum bert rinda 0,82 prosent í skatti. Romney fær 21 millónir dollarar í kapitalinntøku um árið.

Mitt Romney kunngjørdi leygardagin, at Paul Ryan verður varaforsetavalevni, og hann hevur sitið í umboðsmannatinginum í 16 ár, umboðandi landspartin Wisconsin.

Paul Ryan hevur sína hugsan um amerikanska fíggjarpolitikkin, og hann sigur seg fara at virka fyri ógvusligum sparingum.

Amerikanskir miðlar siga Paul Ryan vera ein fólksligan politikara, sum kann fáa fólk at skilja fíggjarpolitikkin. Hann er høgt í metum millum fólk, og er ein av høvuðsmonnunum aftan fyri fíggjarpolitikkin, sum republikanski flokkurin ætlar at reka, um hann vinnur forsetavalið.