- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brahimi skal royna frið í Sýrialandi

Hann tekur við eftir fyrrverandi ST-aðalskrivaran, Kofi Annan, sum fyrst í august gavst við royndunum at fáa frið í Sýrialandi, tí hann fekk ov lítlan stuðul frá ST.

Sýriski varaforsetin, Faruq al-Shara sigur seg vera væl nøgdan við valið av sendiharra, og bæði Rusland og Kina siga seg fara at samstarva við Brahimi.

Brahimi hevur umhugsað støðuna leingi, men í gjár boðaði hann ST-aðalskrivaranum, Ban Ki Moon frá, at hann fer at gera eina roynd at fáa frið í lag í Sýrialandi.

78 ára gamli Brahimi, sum hevur drúgvar royndir sum sendimaður hjá ST í ófriðarligum økjum, sigur, at uttan stuðul frá einum samdum trygdarráð, verður torført at fáa frið í lag í Sýria. Tí fegnst hann um, at bæði leiðslan í Sýria, og Rusland og Kina siga seg vilja samstarva.