Vance leggur ES undir at leggja seg út í ungarska valið

Vance leggur ES undir at leggja seg út í ungarska valið
Amerikanski varaforsetin, sum er á vitjan í Ungarn, og Viktor Orban, forsætisráðharri, hava havt felags tíðindafund í Budapest í dag. 
Amerikanski varaforsetin, J. D. Vance, er á vitjan í Ungarn.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
07.04.2026 - 15:33

Amerikanski varaforsetin, J. D. Vance, skuldsetir "skrivstovuveldið í Brússel" fyri at royna at leggja seg út í ungarska búskapin og valið í landinum, sum verður sunnudagin.

J. D. Vance, sum er á vitjan í Ungarn, og Viktor Orban, forsætisráðharri, hava havt felags tíðindafund í Budapest í dag. 

Ungarska stjórnin er undir hørðum trýsti upp undir valið, tí veljarakanningar vísa, at hon fellur. 

Vance sigur, at hann er komin til Ungarn at hjálpa Orban. 

 


J. D. Vance og Viktor Orban. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Halda fólkinum niðri

Hann sigur, at "skrivstovukrakkarnir" í Brússel gera alt, teir eru mentir, at halda ungarska fólkinum niðri, tí teimum dámar ikki landsins leiðara, sum í veruleikanum verjir ungarska fólkið, sigur Vance.

Viktor Orban hevur havt stjórnarvaldið í Ungarn í tilsamans 16 ár.

Men veljarakanningar vísa, at konservativi andstøðuflokkurin, Tisza, fer at vinna valið.

Leiðarin í flokkinum er Peter Magyar, sum fyrr hevur verið limur í flokkinum hjá Orban, Fidesz.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595