Betri trygging 88 milliónir í avlopi í fjør

Betri trygging 88 milliónir í avlopi í fjør
Inntøkurnar vóru 563 milliónir kr., og 342 milliónir vóru endurgjald fyri skaðar
Betri trygging rindaði 342 milliónir í skaðaendurgjaldi í fjør.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.04.2026 - 15:48

Hóast kundar hjá Betri trygging í fjør fingu 342 milliónir krónur í endurgjaldi í fjør, hevði Betri trygging 88 milliónir kr. í avlopi.

Eingin ógvisligur stormur var í fjør, og tað ávirkar talið á skaðum, samlaða endurgjaldið og úrslitið, sigur Ingunn Eirikisdóttir, forstjóri í Betri trygging.

Avlopið upp á 88 milliónir er heldur størri enn í fyrraárið.

 


Ingunn Eiriksdóttir.

 

Betri trygging fekk fleiri kundar, ið tryggja seg betur, og samstundis góvu íløgurnar størri avkast. 

Inntøkurnar vóru 563 milliónir kr., og 342 milliónir vóru endurgjald fyri skaðar. 

12.600 kundar fingu skaðaendurgjald í fjør.

Sí meira her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454