- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarlógin avger framtíðina hjá sendistovum

Fíggjarlógararbeiðið í heyst verður avgerandi fyri framtíðina hjá føroysku sendistovnunum.

Tað tykist vera greitt eftir samráðið í Uttanlandsnevndini fríggjadagin, hagar løgmaður varð boðsendur at svara spurningum um føroysku sendistovunar. Uttanlandsnevndin spurdi, hvat endamálið er við sendistovuni í Keypmannahavn. Og hvør avleiðingin hevði verið, um tann sendistovan varð løgd niður.

Umframt endamálið við sendistovuni í Keypmannahavn spurdi Uttanlandsnevndin løgmann um føroyskar sendistovur í fjareystri og Russlandi, og um hann ætlar at endurskoða ella útseta avgerðina um sendistovuna í London.

Uppraðfesta uttanríkistænastuna

Uttanlandsnevndin upplýsir ikki, hvat verður sagt í samráðum við landsstýrisfólk. Men sum skilst fer fíggjarlógarviðgerðin í heyst at avgera framtíðina hjá føroysku sendistovunum, tað er um uttanríkistænastan verður uppraðfest.

Uppskotið hjá landsstýrinum um fíggjarlógina fyri 2013 skal vera liðugt um ein góðan mánað, fyri tann 1.oktober.

Sparing var orsøkin til, at løgmaður avgjørdi at lata sendistovuna í London aftur og flyta virksemið har til Brússel.