- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jóhanna Sigurðardóttir gevst í politikki

Íslendski forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir, kunngjørdi í gjár, at hon gevst í politikki, tá hetta valskeiðið er liðugt 25.apríl næsta ár.

Jóhanna Sigurðardóttir er forkvinna í størsta flokkinum í Íslandi, tí sosialdemokratisku Samfylkingini. Henni varð litið upp í hendur at stýra Íslandi úr fíggjarliga og búskaparliga skrædlinum, sum næstan rendi alt samfelagið um koll í 2008.

Jóhanna Siguðardóttir varð vald í altingið í 1978. Hon hevur verið forsætisráðharri síðani 1.februar í 2009. Hon fyllir 70 ár hósdagin, 4.oktober.