- Tíðindi, mentan og ítróttur
Val í Ísrael í januar

Tjóðartingsval verður í Ísrael tann 22. januar næsta ár.

Val eigur ikki at vera í Ísrael fyrr enn um eitt ár, men forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, segði fyri stuttum, at hann umhugsaði at framskunda valið. Í gjárkvøldið samtykti tjóðartingið at skriva út val. 100 av teimum 120 tinglimunum atkvøddu fyri.

Orsøkin til, at Netanyahu skrivaði út valið sigst vera, at stjórnarflokkarnir ikki kundu semjast um fíggjarlógina fyri næsta ár. Sambært veljarakanningunum bendir tó alt á, at Likud-flokkurin hjá Netanyahu fer at vinna valið, og harvið varðveita meirilutan í tjóðartinginum.