Funnin sekur í at hava dripið Pidda

Funnin sekur í at hava dripið Pidda
Klokkan 22:32 í kvøld fann nevningatingið í sonevnda Pidda-málinum tann ákærda sekan í at hava myrt Dánjal Petur Hansen, eisini nevndur Piddi
Nevningatingið í sonevnda Pidda-málinum fann í kvøld ein 33-ára gamlan kroata sekan í at hava myrt Dánjal Petur Hansen, vanliga nevndur Piddi (á myndini)
 
03.12.2012 - 22:41
Klokkan 22:08 í kvøld byrjaði orðførarin hjá nevningatinginum at lesa upp úrskurðirnar hjá nevningatinginum í Føroya Rætti. 24 minuttir seinni, klokkan 22:32, kom úrskurðurin, sum øll hava bíðað eftir.
 
Tann ákærdi, ein nú 33-ára gamal kroati, er sekur í at hava myrt Dánjal Petur Hansen, vanliga nevndur Piddi, var úrskurðurin hjá nevningatinginum í størsta drápsrættarmálinum í føroysku rættarsøguni.
 
Umframt at tann ákærdi varð dømdur sekur í at hava tikið Dánjal Petur Hansen av døgum, varð tann ákærdi eisini funnin sekur í seks øðrum ákærupunktum, ið fevna um svik og skjalafalsan.
 
 
Krevur í minsta lagi 12-ára fongsulsrevsing
 
Hóast nevningatingið fann 33-ára gamla kroatan sekan í at hava myrt Dánjal Petur Hansen, so tók rætturin í kvøld onga støðu til, hvussu hørð fongsulsrevsingin í málinum skal verða.
 
Hósdagin skulu nevningatingið og rætturin taka støðu til, hvussu langa fongsulsrevsing 33-ára gamli maðurin skal hava, nú tá maðurin er funnin sekur í at hava myrt Dánjal Petur Hansen, vanliga nevndur Piddi.
 
Ákærin, Linda Hesselberg, sigur við Kringvarpið, at ákæruvaldið í minsta lagi fer at krevja tann 33-ára gamla kroatan dømdan í fongsul í 12 ár. Harumframt fer ákæruvaldið at krevja, at maðurin verður vístur úr Føroyum fyri alla tíð.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. februar
Upp á tá - 270226
204967
Leygardag 28. februar
Jambalaja - 280226
204966
Leygardag 28. februar
Vikan 28. februar 2026
204961
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954
Fríggjadag 27. februar
Veðrið
204947
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204916
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735