Varðhaldsfongslaður fyri at seta eld á

Varðhaldsfongslaður fyri at seta eld á
42 ára gamli maðurin greiddi frá í rættinum, at hann er ørkymlaður, tí hann bæði er arbeiðsleysur og heimleysur
Føroya rættur hevur varðhaldsfongslað ein 42 ára gamlan mann fyri at hava sett eld á ein bil í Havn í gjár.
 
13.06.2013 - 16:30
Ein 42 ára gamal maður varð í grundlógaravhoyring í dag varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri eldáseting. Tað var í gjár, at maðurin royndi at seta eld á ein bil hjá Tórshavnar kommunu. Tilburðurin fór fram á parkeringsplássinum á Frúutrøð við nakrar arbeiðsskúrar hjá Tórshavnar kommunu. 
 
Maðurin fór inn í handilin Mylnuna, har hann keypti reinsibensin, sum hann í brúkti til at seta eld á,. Ein troyggja lá á baksetrinum í einum bili, hann stoytti nakað av bensininum á troyggjuna og setrið, og fór síðani til hús. 
 
Fólk hjá Tórshavnar kommunu kom til beinanvegin, og tað eydnaðist teimum at sløkkja eldin, áðrenn hann rættiliga festi í bilin. 
 
Misti starvið
 
42 ára gamli maðurin greiddi í grundlógaravhoyringini frá, at hann misti starvið hjá sær hjá Tórshavnar kommunu í 2010, og hevur verið arbeiðsleysur síðani. Harafturat hevur maðurin fyri stuttum fingið at vita, at hann er uppsagdur í bústaði sínum.
 
- Eg var so ørkymlaður um, at eg eri arbeiðsleysur enn, og nú eisini verði heimleysur. Eg eri púra fyri av ongum av støðuni hjá mær, segði skuldsetti í rættinum, og hann legði afturat, at tann, sum hevur skyldina av hesi støðuni, er Tórshavnar kommuna. 
 
Og tí royndi hann at seta eld á bilin. 
 
Kann fremja líknandi brotgerð aftur
 
Dómarin metti, at vandi kann vera fyri, at skuldsetti fer at gera líknandi brotsgerðir aftur, og tí varðhaldsfongslaði hann tann 42 ára gamla mannin í fýra vikur. 
 
- Orsøkin til, at fongslingin er fýra vikur, er, at vit hava ikki stundir avgreiða málið skjótari, segði dómarin við skuldsetta, sum tók við varðhaldsfongslingini. 
 
Kriminalforsorgin fer eisini at persónskanna mannin. 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375