- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna nú alimøguleikar til havs

Fiskaaling sigur í seinasta Alitíðindum, at teir báðir
aliringarnir, sum ætlanin er at leggja út eystan fyri Nólsoy, verða gjørdir
fyrsta dagin. Talan er um serliga sterkar aliringar. Haraftrat verður nót ikki
bara undir ringunum, men nót verður eisini spent yvir ringarnar.

Orsøkin til hesar serliga sterku ringarnar er, at aldan
eystan fyri er væl hægri enn inni á vanligu aliøkjunum.

Spennandi roynd

Nógvar fyrireikingar og kanningar eru og verða gjørdar í
sambandi við ætlanina. Til dømis er ein streym- og aldumátingarboya løgd út á
økið.

At leggja aliringar út til havs er ikki bara sum at siga
tað. Nógv loyvi eru fingin til vega til ætlanina, sum hevur verið til hoyringar
hjá nógvum pørtum.

Ringarnir eystan fyri verða lagdir soleiðís, at teir eru uttan
fyri ljóslinjuna frá Nólsoyar-Vita. Tað er, at teir eru nærri landi, enn vitin
sæst.

Kelda: Alitíðindi