Í løtuni: Hetta er sangurin eg havi glett meg allarmest til at vísa verðuni

Í løtuni: Hetta er sangurin eg havi glett meg allarmest til at vísa verðuni
Guðrið Hansdóttir spældi "Reyðir kjálkar" í góðveðrinum fyrrapartin
Guðrið Hansdóttir í friðsæla umhvørvinum á Velbastaði
Mynd: Kristina Sundstein Borgarlíð  
 
10.04.2026 - 21:10

Vit hittu Guðrið Hansdóttir í friðsæla umhvørvinum á Velbastaði, har hon spældi Reyðir kjálkar frá nýggju útgávuni, sum júst er komin út í dag.

Sangurin er, sum hon sjálv sigur, ein løtumynd, ið lýsir løtuna tá ein er úti í náttúruni ein góðveðursdag. Hon leggur afturat at tað var als ikki toført at velja ein sang at spæla í løtuni:

Hetta er sangurin, eg havi glett meg allarmest til at vísa verðuni,

sigur Guðrið.

Teksturin er skrivaður av Beini Bergssoni, og samstarvið er eitt dømi um, hvussu Guðrið støðugt leitar eftir nýggjum tónleikaligum leiðum.

 

Fleiri síður av somu listakvinnu

Guðrið Hansdóttir hevur verið virkin í mong ár, og hevur verið partur av ymiskum verkætlanum – og tað er ikki av tilvild.

– Mær dámar so væl at vera við í nógvum verkætlanum, tí eg havi so nógv hugskot og elski nógv sløg av tónleiki. Tað hevði verið óinteressant bara at gjørt eitt slag.

Fotografur Eyðun Müller Thomsen og ljóðmaður Alvin Ellebye (Mynd: Kristina Sundstein Borgarlíð

Kortini er ein síða av henni meira grundleggjandi enn aðrar:

– Tá eg siti við guitarinum og bara syngi, tað er kanska mest eg.

Hon greiðir frá, at júst í teimum løtunum kennir hon seg tættast at bæði tónleikinum og náttúruni.

 

Er farin eina heilt aðra leið

Seinasta plátan, Guðrið gav út, var 'Gult myrkur' í 2022. Plátan fekk stóra viðurkenning og vann tvær FMA-virðislønir. Nú er Guðrið aftur aktuell við nýggjari útgávu, Sýrublað, sum er hennara sjeynda heildarútgáva.

LES EISINI: Guðrið Hansdóttir: Einki verður súltað í LEITISSTEIN, tí alt verður spælt

Í sambandi við útgávuna var Guðrið Hansdóttir gestur í sendingini LEITISSTEIN Live. Her gjøgnumgongur hon allar sangirnar á plátuni saman við Una Leitisstein.

Hoyr alla sendingina her.

 

Um hesa plátuna sigur Guðrið, at hon er farin eina heilt aðra leið.

– Endamálið við at gera eina plátu er, at tað skal vera heilt nýtt, sigur hon.

Á Sýrublað hevur hon valt eina øðrvísi tilgongd. Hon samstarvar við nýggj fólk, bæði yrkjarar og tónleikarar, og hevur sett sær fyri, at kreativitetur og spontanitetur skulu sleppa framat.

Millum annað hevur hon fyri fyrstu ferð arbeitt saman við Høgna Lisbergi.

 

Tað hevur verið ótrúliga spennandi og mennandi. Hann hevur tikið tónleikin eina heilt aðra leið, enn eg hevði ímynda mær.

 

 

Hon lýsir arbeiðstilgongdina sum eina ferð, har hugskotini ofta broytast nógv á vegnum:

– Tú byrjar við einum hugskoti, men tað endar ofta eitt heilt annað stað. Tað er júst tað, sum ger tað so stuttligt.

Komandi tíðina verður nógv at síggja og hoyra til Guðrið. Hon er í løtuni í gongd við fyrireikingarnar til eina stóra útgávukonsert í Norðurlandahúsið, sum verður komandi fríggjakvøld.

Harumframt fer hon á pall ymsastaðni kring landið, millum annað í Tøting, Listastovuni og OY. Eisini verður hon at hoyra á G! Festival í summar.

Sí upptøkuna hjá Guðrið "í løtuni" her:

MIL03294

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. apríl
Vikuskiftið 10 apríl 2026
206890
Fríggjadag 10. apríl
LEITISSTEIN 10.04.2026 (Guðrið Hansdóttir)
206883
Fríggjadag 10. apríl
RagnarRokk: John Macko um Zero-Point Machine
206871
Fríggjadag 10. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Ronja
206862
Fríggjadag 10. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 10.apríl 2026
206585
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873
Hósdag 9. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
206843