Eik skal gjalda Poul Michelsen 320.000 kr.

Eik skal gjalda Poul Michelsen 320.000 kr.
Føroya rættur hevur dømt í sakarmálinum, sum Poul Michelsen og Sólborg Dulavík reistu móti Eik Banka, tí tey mistu pening í sambandi við virðisbrøv
Poul Michelsen hevði eitt sakarkrav afturat, sum hann fekk viðhald í og sum ger, at Eik Banki skal gjalda honum slakar 320.000 kr. sambært dóminum hjá Føroya rætti.
 
01.07.2013 - 15:15
Poul Michelsen fekk partvíst viðhald, men Sólborg Dulavík, sum hevði eitt sakarkrav minni enn Poul Michelsen, fekk ikki viðhald í sínum krøvum. 
 
Eik Banki varð frídømdur í Føroya rætti í bæði fyrsta og øðrum sakarkravinum hjá Poul Michelsen og Sólborg Dulavík. Hesi bæði sakarkrøvini vóru tey somu hjá báðum.
 
Eitt krav afturat
 
Men so hevði Poul Michelsen eitt sakarkrav afturat, sum hann fekk viðhald í og sum ger, at Eik Banki skal gjalda honum slakar 320.000 kr. sambært dóminum hjá Føroya rætti. Talan er um tey sonevndu tryggu evropeisku virðisbrøvini, sum Kaupting Banki seldi í Føroyum í 2006. 
 
Nógv í Føroyum keyptu virðisbrøvini, tí tey skuldu vera ein trygg íløga. Men tann tryggleikin hvarv sum døgg fyri sól, tá amerikanska bankin Lehmann Brothers fór á heysin í 2008. Eik yvirtók Kaupting í Føroyum í 2007, og tí stevndu Poul Michelsen og Sólborg Dulavík Eik Banka eftir pengunum, sum tey mistu.
 
     
     
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576