Almenna tunnilsloysnin er tann besta

Almenna tunnilsloysnin er tann besta
Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum hevur viðgjørt uppskotið hjá løgtingsfólkunum Akseli V. Johannesen og Bjørt Samuelsen um partafelagið Føroyatunlar
Almenna tunnilsloysnin er besta loysnin, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
 
19.07.2013 - 10:45

Felagið sigur, at munurin millum almennu loysnina og privatu loysnina er fíggingin og kravið um avkast. Tí tey avgera bummgjaldið.

Sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið hjá tingfólkunum báðum tykist henda loysnin hava eitt betri samfelagsbúskaparligt úrslit, tí bummgjaldið sum skilst verður nógv minni enn í privatu loysnini.

Kunnu spara 15 milliónir árliga
Vinnulívið fer at spara 15 mió. kr. um árið í bummgjøldum, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag. Felagið ger tó vart við, at tað hevur ikki eftirkannað, um útrokningarnar í lógaruppskotinum eru eftirfarandi.

Føroya Arbeiðsgevarafelag ivast tó í, um tað er rætt at tengja Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin saman. Felagið sigur, at sama, hvussu víkur og vendir er avgerandi, at Eysturoyartunnilin verður gjørdur.

Bæði uppskotini mugu viðgerast
Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir tí til, at bæði lógaruppskotini verða viðgjørd saman í løgtinginum, so annað uppskotið ikki verður vrakað, uttan at hitt samstundis verður samtykt.

Arbeiðsgevarafelagið hevur ikki fingið lógaruppskotið hjá Kári P. Højgaard, landsstýrismanni, um privatu loysnina til hoyringar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858