Løgreglan: Friðarlig ólavsøka

Løgreglan: Friðarlig ólavsøka
Ólavsøkan hevur verið millum tær friðaligastu og frægu hjá løgregluni
Ólavsøkan hevur verið stak friðarlig.
 
30.07.2013 - 09:54

Hóast nógv fólk hevur verið í býnum, hevur løgreglan havt lítið at gera, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn í morgun.

Talan hevur fyri tað mesta verið um at koyra avdottin og full fólk til hús, og løgreglan hevur ikki havt fyri neyðini at senda folk á støðina í Klaksvík at sova rúsin av sær.

Datt í trappu
Ein kvinna koma illa fyri, tá hon datt í trappuni á einum vertshúsi og mátti á skaðastovuna. Hon bløddi illa, men talan var kortini ikki um álvarsligan skaða.

Annars hava fólk skikkað sær avbera væl á ólavsøku, verður sagt av politistøðini í Havn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792