Bretskt flogfelag áhugað í Føroya-flúgving

Bretskt flogfelag áhugað í Føroya-flúgving
Nýggj flogruta millum Vágar og Aberdeen í umbúna
Embraer flogfarið hjá bretska felagnum British Midland Regional, sum setti seg í Vágunum í dag.
 
07.08.2013 - 18:59

Eitt flogfar av slagnum Embraer hjá bretska flogfelagnum British Midland Regional setti seg á Vága floghavn í dag. Talan er um ein royndartúr, fyri at royna at lenda við smærri jetflogførunum, ið taka millum 37 og 49 ferðafólk, á longda og útbygda flogvøllinum.

Men sambært keldum, ið Kringvarp Føroya hevur tosað við, er bretska flogfelagið áhugað í at seta á stovn fasta flogrutu millum Føroyar og Aberdeen í Skotlandi. British Midland Regional hevur høvuðssæti í Aberdeen í Skotlandi, og haðandi hevur felagið flogrutur til Kristianssund í Noregi, Esbjerg í Danmark og Manchester, Bristol og Norwich í Onglandi. 

Sostatt hóskar rutunetið hjá Bristish Midland Regional seg ótrúliga væl til tørvin hjá føroyingum, sum nógvir starvast innan oljuvinnuna í Noregi og Onglandi, umframt at alsamt fleiri føroyingar velja at lesa í Bretlandi. 

Kringvarpið tosaði í kvøld við Jákup Sverra Kass, stjóra í Vága floghavn. Hann váttar, at flogfarið hjá British Midland Regional stendur í Vágunum, og at talan er um ein leigutúr. Hann hevur ongar viðmerkingar til leysasøgurnar um eina fasta flogrutu millum Vágar og Aberdeen.

400 fólk starvast í dag hjá British Midland Regional. 

Meira fæst at vita um British Midland Regional her http://www.bmiregional.com/en

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523