Lupu á bilafylgið hjá Assad forseta

Lupu á bilafylgið hjá Assad forseta
Sýriskir uppreistrarmenn siga, at teir lupu á bilafylgið hjá Assad, forseta, tá hann var á veg til bøn í einari mosku í Damaskus. Men myndir, sum almenna sjónvarpið í Sýrialandi hevur sent, vísa, at forsetin er óskaddur
Bashar al-Assad, forseti, á veg úr einari mosku í dag.
 
08.08.2013 - 11:06

Uppreistarbólkurin sigur í eini kunngerð: Eftir at hava kannað rutuna, sum bilurin við forsetanum skuldi koyra, varð skotið eftir honum. Vit biðja til Gud og bíða eftir at frætta, hvat hevur hent.

Víst myndir av Assad
Eftir hesa kunngerðina, sendi sýriska sjónvarpið myndir av Assad, sum vísa, at forsetin biður í einari mosku.

Ein annar uppreistrarbólkur sigur, at skotið var eftir bilafylginum hjá forsetnum.

- Assad varð ikki raktur, men sambært teimum upplýsingum, sum vit hava fingið, doyði onkur annar í fylginum, sigur ein talsmaður fyri uppreistrarbólkin.

Sambært Reuters hevur sýriski kunningarmálaráðharrin víst aftur, at uppreistrarmenn hava lopið á bilafylgið hjá forsetanum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423