Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi

Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
Grønlendska landsstýrið leggur stóran dent á, at nú má hyggjast frameftir, og at Grønland og Danmark eiga at gera sáttargerð í málinum
Snyrilsmálið í Grønlandi er komið á eitt vegamót, og grønlendska landsstýrið vil hava sáttargerð við Danmark í málinum. (Savnsmynd: KNR)
 
01.09.2026 - 09:12

Málið um tær fleiri hundrað grønlendsku kvinnurnar, sum uttan samtykkti fingu snyril uppsettan frá 1960-unum og frameftir, kom fríggjadagin á eitt vegamót.

Ein serfrøðingabólkur kom við eini frágreiðing, sum varpaði ljós á, hvør kann ábyrgdast í málinum, og um menniskjarættindi eru brotin. 

Grønlendska landsstýrið leggur stóran dent á, at nú má hyggjast frameftir, og Grønland og Danmark eiga at gera sáttargerð í málinum. Men grønlendingar vilja hava rættvísi, og at øll søgan um Grønland sum hjáland og sum partur av danska ríkinum verður viðgjørd í semjutilgongdini. 

Í Breddanum í dag hoyra vit frá kvinnum og monnum, sum eru ávirkað av snyrilsmálinum. Vit fara til Grønlands, har Sigrún Brend hevur verið stødd seinastu vikuna. 

Breddin klokkan 10. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423