Vindmyllan í Nólsoy skjótt klár

Vindmyllan í Nólsoy skjótt klár
Vindmyllan í Nólsoy er skjótt klár at veita hita til fyrstu húsini á oynni
Vindmyllan í Nólsoy verður skjótt klár at taka í nýtslu.
 
14.08.2013 - 10:10

Tað sigur Bjørn Elison, formaður í Nólsoyar Orkufelag, við Dimmalætting.

Síðani vindmyllan varð sett upp fyri einum ári síðani uppi á Brekkum norðanfyri Nólsoyar bygd, hevur hon staðið still.

Orsøkin er tekniskar forðingar, sigur formaðurin við blaðið.

Ætlanin hevur verið at hita fyrstu átta húsini upp í august september í ár við fjarhita frá einum vatntanga, sum verður hitaður við orku frá vindmylluni.

Síðani er ætlanin at seta eina aðra vindmyllu upp og hita restina av bygdini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161