Damanaki: Hetta var einasti møguleiki

Damanaki: Hetta var einasti møguleiki
ES hevði ongan annan møguleika enn at boykotta Føroyar. Tað sigur Maria Damanaki, fiskivinnukommisserur hjá ES, í almennari fráboðan á heimasíðuni hjá ES
Vit høvdu ongan annan møguleika enn at seta handilsstongsul í verk, sigur Maria Damanaki.
 
20.08.2013 - 21:48

- Føroyingar kundu havt steðgað ikki burðardyggu fiskiveiðuni, men hava valt at lata vera. Nú er greitt fyri øllum, at ES er sinnað at brúka øll tey amboð, sum eru til taks at verja fiskastovnarnar, sigur Maria Damanaki. 

ES-boykottið fevnir um allan innflutning av føroyskari sild og makreli til ES. Eisini fevnir boykottið um allar vørur, sum innihalda ella eru framleiddar úr sild ella makreli.

Stongdar ES-havnir

ES havnir verða stongdar fyri føroyskum fiskiskipum, sum royna eftir sild og makreli, men eisini fyri farmaskipum, ið hava sild og makrel sum farm. Føroysk fiskiskip sleppa bara at leggja at í eini ES-havn í neyðstøðu.

ES-boykottið kemur í gildi sjey dagar eftir at samtyktin er lýst í kunngerðarblaðnum hjá samveldinum. Tað verður væntandi gjørt í morgin, og verða tiltøkini tískil galdandi frá mikudegnum í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290