ES-handilsforðingar í Føroyanevndini í dag

ES-handilsforðingar í Føroyanevndini í dag
Í dag fæst at vita, hvat danska stjórnin heldur um ætlaðu handilsforðingarnar hjá ES móti Føroyum
Í dag eru tveir danskir ráðharrar kallaðir í samráð í Føroyanevndina um ES-handilsforðingarnar móti Føroyum
Mynd: ft.dk  
 
20.08.2013 - 09:03

Á middegi okkara tíð fara Morten Bødskov, løgmálaráðharri, og Karen Hækkerup, matvøruráðharri, at svara spurningum í almennum samráði í Føroyanevndini hjá fólkatinginum.

Søren Espersen í Danska fólkaflokkinum, og limur í Føroyanevndini, hevur sett ráðharrunum níggju spurningar, sum ráðharrarnir skulu svara í samráðnum í dag.

Heimastýrislógin og Grundlógin

Løgmálaráðharrin er spurdur, hvussu revsiatgerðir móti Føroyum kunnu vera í samsvari við grundlógina og heimastýrislógina ,og um hann er samdur við løgmann, tá løgmaður sigur, at tiltøkini hjá ES leggja stórt trýst á ríkisfelagsskapin.

Nýggi matvøruráðharrin, Karen Hækkerup, er millum annað spurd, hvør støða Danmarkar verður í ES, um danska stjórnin noktar at vera við í tiltøkunum móti Føroyum og, hví Danmark atkvøddi móti tiltøkunum í ES, tá Danmark samstundis heldur uppá, at lond eiga at halda tær kvotur, teimum eru tillutaðar.

Hvat fer Danmark at gera?

Karen Hækkerup er eisini biðin um at upplýsa fyri Føroyanevndini og øllum øðrum, hvat Danmark ætlar at gera hetta til 1. september fyri at sleppa undan, at Danmark boykottar sínar egnu ríkisborgarar, og um Danmark fer at geva føroyskum fiskimonnum endurgjald, teimum, sum missa pengar av boykottinum.

Fólkatingið sendir beinleiðis frá samráðnum í Føroyanevndini frá klokkan 12 føroyska tíð. Beinleiðis sendingin sæst her: Åbent samråd i Færøudvalget (letur upp í nýggjum kaga)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817