Norðmenn steingja eisini fyri føroyskari sild

Norðmenn steingja eisini fyri føroyskari sild
Føroyar eru ikki við í avtaluni hjá strandalondunum um norðhavssildina, og tað er orsøkin til, at Noreg hevur sett handilsforðingarnar í verk
Nú sleppa føroysk skip heldur ikki at landa sild í Noregi
Mynd: Savnsmynd  
 
24.08.2013 - 12:40

Noreg hevur nú stongt sínar havnir fyri føroyskari sild. Noreg tekur sostatt undir við boykottinum, sum ES hevur samtykt fyri Føroyar.

Føroyar eru ikki við í avtaluni hjá strandalondunum um norðhavssildina, og tað er orsøkin til, at Noreg hevur sett handilsforðingarnar í verk.

Hava lógarheimild

Norska lógarverkið heimilar at steingja havnir fyri londum, sum ikki eru við í felagsavtalum. Sambært ES og Noregi er eingin annar møguleiki enn at seta Føroyum handilsforðingar, tí føroyingar vilja ikki vera við til at verja sildastovnin og fiska burðardygt.

Norskir myndugleikar hava siðani 2011 noktað føroyskum og íslendskum skipum at landa makrel í norskum havnum.

Taka ikki áheian til eftirtektar

Útnorðurráðið heitti í vikuni á Noreg um at stuðla Føroyum og Íslandi, og at taka frástøðu frá framferðarháttinum hjá ES. Norska stjórnin hevur kortini ikki tikið áheitanina til eftirtektar, og tí verða havnirnar  stongdar fyri føroyskari sild.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817