Russar koma til Føroya at góðkenna virki og skip

Russar koma til Føroya at góðkenna virki og skip
Føroysk matvøruvirki og verksmiðjuskip vilja sleppa á Russlands-sáttmálan, men heilsufrøðiligi myndugleikin í Russlandi skal góðkenna tey
Heilsufrøðiligu myndugleikarnir í Russlandi vilja eisini hava kunning Heilsufrøðiligu starvsstovuna
 
29.08.2013 - 15:38

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur boðið heilsufrøðiliga myndugleikanum í Russlandi, Rosselkhoznadzor, á eftirlitisvitjan í heyst, í sambandi við at nøkur matvøruvirki og verksmiðjuskip vilja sleppa á Russlands-listan.

Treytin fyri at sleppa á Russlands-listan er, at umboð fyri teirra tollsamgongu - ið umfatar Russland, Kazakstan og Hvítarussland - skulu góðkenna hesi matvøruvirki og verksmiðjuskip, og tað verður gjørt á tann hátt, at Rosselkhoznadzor sjálvur kemur á eftirlitsvitjan.

Strikað á listanum

Eitt av virkjunum, sum sambært heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, vil sleppa á Russlands-listan, er virkið hjá Bakkafrosti í Kollafirði. Virkið í Kollafirði var á listanum, men varð strikað.

Undan russisku vitjanini verður Heilsufrøðiliga starvsstovan í skrivi frá Rosselkhoznadzor biðin um at upplýsa ymisk viðurskifti um starvsstovuna, soleiðis at eftirlitisfólkini kunnu fyrireika seg til vitjanina. Tí munur er á, hvat Russland krevur ,og hvat ES krevur av Heilsufrøðiligu starvsstovuni og av virkjunum.

 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028