Hava givið leyst at fiska makrel

Hava givið leyst at fiska makrel
11.500 tons eru eftir av felagskvotuni fyri makrel, sum skipa kunnu fiska, til uppi er
11.500 tons av felagskvotuni av makreli eru eftir at fiska
 
02.09.2013 - 09:10

Á midnátt varð givið leyst at fiska av felagskvotuni av makreli, og umleið 11.500 tons eru eftir at fiska, upplýsir Fiskimálaráðið.

Í kunngerðini um makrelfiskiskapin stendur, at um makrelur er eftir á felagskvotuni 1. september, sleppa øll skip framat at fiska kvotuna, sama hvussu hámarkið hevur verið.

Tað merkir, at avmarkingar millum skipabólkarnar og hámarkið fyri einstøku skipini, sum fiska av felagskvotu eftir makreli, nú eru burtur. Fiskifør, sum hava fingið útskrivað fiskiloyvi til at fiska av felagskvotu eftir makreli, nýtast tó ikki at fáa nýtt fiskiloyvi útskrivað.

Kvotan var 61.500 tons

Útskrivaða fiskiloyvið til makrel gevur frá 2. september rætt til at fiska makrel av eini felagskvotu upp á 61.500 tons, tó so, at tað, sum til og við 1. september er fiskað av felagskvotunum, verður roknað frá.

Fiskiskapurin av felagskvotuni eftir makreli verður steðgaður, tá felagskvotan upp á 61.500 tons er uppfiskað. Sambært upplýsingum frá Fiskiveiðieftirlitinum vórðu góð 50.000 tons veidd av felagskvotuni tann 30. august.

11.500 tons eftir

Sostatt eru góð 11.500 tons eftir. Fyrivarni skal takast fyri, at tølini broytast dagliga. Broytingin hevur ikki týdning fyri skip, sum hava fiskiloyvi til at fiska makrel av eginkvotu, tað eru nótaskipini. Boðini standa á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum, fmr.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025