Politiið flýggjar aftur undan blámusoppi

Politiið flýggjar aftur undan blámusoppi
Trupult er at finna hóskandi høli í Havn, og tí kann verða neyðugt at seta fyribilshøli upp til politiið at húsast í
Blámusoppur er framvegis í hølunum hjá politistøðini Yviri við Strond í Havn
 
05.09.2013 - 18:46

Politiið í Havn noyðist enn einaferð at flýggja undan blámusoppi.

Seinasta kanningin, sum varð tikin av inniluftini á politistøðini Yviri við Strond fyrst í juli, staðfesti, at blámusoppur enn er í nøkrum hølum. Síðani hevur politiið havt samráðingar við útleigaran, sum tey leiga hølini frá, um at finna eina loysn, men nú hevur politiið  gjørt av, at finna aðra loysn.

Fluttu úr Jónas Broncksgøtu

Politiið flutti annars úr hølunum í Jónas Broncksgøtu í hølini Yviri við Strond tíðliga í 2011, tí blámusoppur varð staðfestur í bygninginum í Jónas Broncksgøtu. Politiið hevur ikki funnið hóskandi høli enn, og sigur, at tað kann verða trupult at finna høli í Havn, sum hóska til politistøð.

Tí kann verða talan um, at fyribilshøli verða sett upp til politistøðina at húsast í.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120