- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
Hóast stórar ætlanir vóru í 2024, er eingin vindmylla komin upp aftrat. Í sendingini í dag spyrja vit, hvat er vorðið av grøna orkuskiftinum?

Stórar ætlanir vóru um grøna orkurskiftið, men líkt er til, at tað er steðgað upp.
23.10.2026 - 09:14
Landsstýrið hevði stórar ætlanir í 2024, at fimm nýggjar vindmyllulundir skuldu koma upp í Føroyum eftir fimm árum.
Nú skuldi okkurt henda við grøna orkuskiftinum. Men enn er eingin mylla komin upp aftrat. Alt er steðgað upp í mótmælum og fleiri umhvørviskanningum.
Nýggja ABC-samgongan sigur í samgonguskjalinum "Vit skulu seta ferð á grøna orkuskiftið."
Hvat ætlar nýggja landsstýriskvinnan í orkumálum at gera, so at Føroyar koma longur á leið í grøna orkuskiftinum?
Eyðdis Hartmann Niclasen er gestur í útvarpsstovuni.
Vit frætta eisini frá ráðstevnuni "Varandi heimur," sum er í Norðurlandahúsinum í dag og í morgin.
Breddin klokkan 10.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























