- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russiskir trolarar undir illgruna fyri at njósnast við sjókaðlar

Russiskir trolarar eru undir illgruna fyri at kortleggja týdningarmiklar samskiftiskaðlar á havbotninum í Norðuratlantshavi.
Tað vísir ein umfatandi kanning hjá bretska blaðnum The Telegraph, sum hevur kannað siglingardátur hjá russiskum fiskiskipum seinastu hálvtfimtu árini.
Kanningin hevur avdúkað meira enn 500 ferðir, har russiskir trolarar hava siglt óvanliga spakuliga ella steðgað upp nær við sjókaðlar, sum knýta Bretland at Evropa og USA.
Tilsamans eru 17 russisk fiskiskip eyðmerkt í kanningini.
Kaðalin millum Føroyar og Hetland nevndur
Ein av sjókaðlunum, sum verður nevndur í kanningini, er SHEFA-2, ið knýtir Føroyar og Hetland saman.
Sambært The Telegraph sigldi eitt russiskt fiskiskip í februar 2025 fleiri ferðir tvørtur um Hibernia Express-kaðalin, sum gongur tvørtur um Atlantshavið.
Sama skip sigldi eisini spakuliga eftir leiðini, har SHEFA-2-kaðalinum er.
Bretska blaðið hevur eisini staðfest, at russisk fiskiskip hava havt illgrunasama ferðslu norðanfyri Skotland og í økjum nær við Føroyar.
Hernaðarligir serfrøðingar siga við blaðið, at skip, sum sigla spakuliga, kunnu brúka sonarútgerð til at kortleggja havbotnin. Tað er eisini møguligt at brúka fjarstýrd undirsjóvarfør til at kanna kaðalar nærri.
Tað er tó ikki prógvað, at russisku skipini hava njósnast við SHEFA-2-kaðalin.
Óttast møguliga sabotasju
Bretskir myndugleikar óttast, at russisk fiskiskip kunnu verða brúkt til at savna upplýsingar um sjókaðlar, sum seinni kunnu verða mál fyri sabotasju.
Sjókaðlarnir hava avgerandi týdning fyri altjóða samskifti, fíggjarviðurskifti og aðrar samfelagstýðandi tænastur.
Ein kelda í Nato sigur við The Telegraph, at verjusamgongan fylgir væl við russisku fiskiskipunum. Sambært kelduni eru summi av skipunum ongantíð sædd við fiski umborð.
Bretland herðir trygdina
Bretska stjórnin ætlar nú at herða lóggávuna fyri at verja týdningarmikið undirsjóvar-undirstøðukervi.
Millum uppskotini er at hækka revsingina fyri tilvitaða oyðilegging av sjókaðlum upp í 14 ára fongsul.
Bretskir myndugleikar hava eisini ávarað um, at Russland brúkar handilsskip og onnur borgarlig skip til virksemi, sum kann hótta trygdina.
Fyri Føroyar er málið serliga viðkomandi, tí russiskir trolarar framvegis hava fiskirættindi í føroyskum sjógvi.
Føroyar og Russland skulu í desember aftur samráðast um fiskiveiðurættindi fyri næsta ár.
Páll H. Vesturbú.
Net: Álvarsligt
- Tað er álvarsamt, at sjókaðlarnir eru so viðbreknir, tí verða teir kvettir av, kunnu vit missa nógvar tænastur, sum vit dagliga eru bundin at.
Tað sigur Páll Vesturbú, stjóri á NETI:

























