Gentan var druknað

Gentan var druknað
Rættarlæknaliga obduksjónin, sum varð gjørd í gjár, kom til somu niðurstøðu, sum rættarlæknaliga líkskoðanin kom fram til í november í fjør
Líkið av gentuni varð grivið uppaftur, men obduksjónin staðfestir, at hon var druknað
 
06.09.2013 - 12:43

16 ára gamla gentan, sum 21. november í fjør varð funnin deyð við byrgingina millum Norðdepil og Hvannasund, var druknað. Politiið boðar í tíðindaskrivi í dag frá, at rættarlæknaliga obduksjónin, sum varð gjørd í gjár, kom til somu niðurstøðu, sum rættarlæknaliga líkskoðanin kom fram til í november í fjør.

Politiið avgjørdi fyrr í vikuni at grava upp líkið av gentuni fyri at gera eina rættarlæknaliga obduksjón av gentuni. - Hetta var eitt neyðugt stig at taka fyri at binda um heilan fingur, skrivar politiið í tíðindaskrivinum.

Knýttur at brotsverki

Deyðstilburðurin verður nevniliga knýttur saman við ógvusliga brotsverkið í Norðdepli í juli mánað, tá 4 fólk vórðu stungin. Tann 18 ára gamli skuldsetti varðhaldsfongslaði persónurin í hesum máli og druknaða gentan høvdu  gingið saman í eitt tíðarskeið.

- At noyðast at grava líkið uppaftur, var eitt stórt stig at taka, og fylgja nógvar sálarligar kenslur í kjalarvørrinum av hesum fyri tey avvarðandi, skrivar Bergleif Brimvík, kriminalovasti, í tíðindaskrivinum, og takkar fyri stuðul í málinum.

Fongslingin av 18 ára gamla skuldsetta dronginum er úti í dag, og nýggjur rættarfundur verður seinnapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650