Tvey ferðsluóhapp í Havn

Tvey ferðsluóhapp í Havn
Ein bilur rendi á einum næming í Hoydølum á gonugteiginum á Hvítanesvegnum, og ein smágenta kom fyri ein bil í gonguteiginum við Fr. Petersens gøtu
 
16.09.2013 - 11:40

Tvey ferðsluóhapp vóru í gonguteigum í Havn í morgun.

Klokkan knappliga eitt korter til níggju koyrdi ein bilur á ein 17 ára gamlan næming í Hoydølum á gonguteiginum á Hvítanesvegnum, oman fyri viðalundina í Hoydølum.

Drongurin var á veg tvørtur um vegin, tá ein bilur á veg niðaneftir rendi á hann í gonguteiginum.

Á Landssjúkrahúsið

Drongurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið, og har er hann enn. Hann hevur fingið skaða, men hvussu ringur, skaðin er, veit politiið ikki enn.

Klokkan hálvgum ellivu fekk poltiiið fráboðan um, at ein níggju ára gomul genta var komin fyri ein bil í gonguteigi við Fr. Petersensgøtu og J. Paturssonargøtu. Tað hendi klokkan tíggju minuttir í átta í morgun, men varð ikki meldað fyrr enn klokkan hálvgum ellivu. Gentan fór á skaðastovuna, men sambært politinum fekk hon ikki nevniverdan skaða.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161