Helst ongantíð greitt hví Gullberg sakk

Helst ongantíð greitt hví Gullberg sakk
Skiparin og maskinmaðurin góvu frágreiðing í sjórættinum í dag
Eingin kann siga, hví Gullberg sakk í summar
Mynd: Suðurrás  
 
17.09.2013 - 15:40

Gátan, hví frystitrolarin Gullberg sakk norðan fyri Føroyar seinast í juli, verður helst ongantíð loyst. Tí eingin kann siga nakað um orsøkina. Tað kom fram í sjórættinum í dag.

Skipið fór til fiskiskap 24. juli. Gullberg trolaði saman við Sjagakletti, og teir fingu væl av makreli. Tíðliga um morgunin 31. juli fór skipið at leka, og minni enn ein tíma seinni, sakk Gullberg. Øll manningin, 10 fólk, varð tikin umborð í onnur skip, sum vóru har á leiðini.

Í sjórættinum vóru bert skiparin, Jóan Martin Poulsen, og maskinmaðurin, Jákup Jacobsen, avhoyrdir. Teir hava frammanundan givið skrivliga frágreiðing um hendingina. Alt gekk so skjótt fyri seg, at tíð var ikki til meira enn at fáa fólkið av skipinum, vóru teir samdir um.

Alarmurin í gongd

Alarmurin í maskinrúminum ljóðaði, tá klokkan var farin av átta. Maskinmaðurin hevði beint frammanundan verið sína vanligu gongd í maskinrúminum, og varnaðist einki óvanligt. Hann var á verksmiðjuni, stutt frá maskinrúminum, tá hann hoyrdi alarmin.

Maskinmaðurin fór aftur í maskinrúmið, og har sá hann, at nógvur sjógvur kom inn í skipið í bakborðssíðu. Tað var honum alt fyri eitt greitt, at talan var um ein ógvusligan leka, og hann metti, at eini 25 tons av sjógvi komu inn í skipið um minuttin.

Tí gjørdi hann av at boða skiparanum frá, og tá teir høvdu kannað umstøðurnar, var gjørt av at biðja manningina gera seg klára at fara av skipinum. Samstundis setti skiparin seg í samband við onnur skip, sum vóru á leiðini.

Ikki neyðugt at seta bátar út

Teir ætlaðu fyrst at seta bjargingarbátarnar út, men tað var ikki neyðugt, tí tríggir gummibátar frá skipunum, sum vóru tætt við, komu til Gullberg. M.a. kom ein bjargingarbátur frá Niels Paula við eini pumpu, men hon varð ongantíð sett til, tí mett var ikki, at hon var til nakra hjálp.

Skiparin, Jóan Martin Poulsen, greiddi frá, at hann hoyrdi alarmin kl. gott átta. Klokkan trý korter til níggju fór hann, sum tann seinasti av skipinum, og tá fór hekkan á trolaranum undir. Klokkan ein minutt yvir níggju sakk Gullberg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040