Reyði Krossur sendir 400.000 kr. til Sýrialands

Reyði Krossur sendir 400.000 kr. til Sýrialands
Landsinnsavningin setti met. 817.000 krónur komu inn
Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi í ár setti met
 
10.10.2013 - 11:26

Helvtin av peninginum frá landsinnavningini hjá Reyða Krossi í ár verður nýtt til neyðhjálpararbeiði í Sýrialandi, har fleiri milliónir flóttafólk - helvtin børn - flýggja undan krígnum.

Landsinnsavningin setti met. Inn komu 817.000 krónur, og sostatt verða góðar 400.000 krónur nýttar til hjálpararbeiði í Sýrialandi. Hin helvtin er til bráðfeingis hjálp, so Reyði Krossur, beinan vegin ein vanlukka rakar, kann veita hjálp. Og ein partur av peninginum verður eisini nýttur til sosiala virksemið hjá Reyða Krossi í Føroyum.

- Hetta er besta úrslitið nakrantíð. Vit eru sera takksom fyri stóra stuðulin og álitið frá føroyingum, sigur Hjalti í Jákupsstovu, formaður í Reyða Krossi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Björn Peterson um The Last Nail
216438
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Helle Bohdanova um Monumental
216437
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Hósdag 26. november
Eitt korter við jazzi 26. november 2026
217044
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928