Breddin

Ynskja sær nýtt Kvinnuhús
01-10-2020
Kvinnuhúsið hevur 30 ára føðingardag í dag. Hesi seinastu tredivu árini hevur Kvinnuhúsið hjálpt neyðstøddum kvinnum, ið eru fyri harðskapi.

Í dag hevur Kvinnuhúsið 30 ára føðingardag. Hesi seinastu tredivu árini hevur Kvinnuhúsið hjálpt neyðstøddum kvinnum, ið eru fyri sálarligum, kropsligum og fíggjarligum harðskapi. Metnógvar kvinnur hava sett seg í samband við Kvinnuhúsið í ár - Og tí er tað alneyðugt at hava eitt Kvinnuhús í Føroyum, heldur Ann-Britt Mortensen, leiðari í Kvinnuhúsinum. 

Umstøðurnar í Kvinnuhúsinum kundu tó verið betur. Hølini eru óbroytt seinastu 30 árini, og tað er ein vansi at búgva til leigu, um ein nú knappliga verður uppsøgd. Dreymurin hjá Ann-Britt Mortensen er at Kvinnuhúsið kann flyta í egið hús. Men enn er langt á mál, tí bústaðartrotið í Føroyum ger, at sethúsamarknaðurin er dýrkaður nógv.

í 20 ár hevur Kvinnuhúsgrunnurin savnað pening saman, so Kvinnuhúsið einaferð kann seta føtur undir egið borð. Í løtuni hevur grunnurin 1,8 milliónir á bók. Men tað er ikki lætt at keypa eini nøktandi sethús fyri teir pengarnar.

Hoyr samrøðuna við Ann-Britt Mortensen, leiðara í Kvinnuhúsinum,  og Poulu Patursson, nevndarforkvinnu í Kvinnuhúsfelagnum.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Er valdsjavnvágin í heiminum við at broytast? Og hvussu hevur fólkaræðið í vesturheiminum tað? Tað er á Breddanum í dag.
01-02-2024
Lógin um burðadygga ferðavinnu fer at minka um inntøkugrundarlagið á smærru plássunum, heldur stjórin í Jarðum og talsmaður fyri hagapartarnar í Mykinesi
30-01-2024
Høgni Hoydal hevur í dag lagt fram uppskot um gongd í haga til hoyringar. Vit hyggja eisini uppá fíggjarpolitiskt regluverk - hvat er tað og skulu vit hava tað?
26-01-2024
Í sendingini verður ljós varpað á uppskotið frá Joe Biden, forseta, og António Guterres, ST-aðalskrivara, um eina loysn, har palestinar eisini fáa sítt egna land.
25-01-2024
Ein triðingur av matframleiðsluni í heiminum endar sum burturkast. Hvussu sleppa vit undan óneyðugum matoyðsli? Tað spyrja vit um í Breddanum í dag.
23-01-2024
Eygleiðari metir um fyrsta árið hjá samgonguni og løgmaður kemur á gátt í útvarpsstovuni
08-12-2023
Sambært frágreiðingini er føroyska PISA-úrslitið, serliga í støddfrøði, skelkandi
07-12-2023
Løgtingsins Umboðsmaður finst hvassliga at Heilsumálaráðnum í samband við viðgerð av innlitsumbøn
06-12-2023
Umboð úr Trivnaðarnevndini kjakast um hvat kann gerast
05-12-2023
Longu 1. september í ár hevði Kvinnuhúsið fingið eins nógvar áheitanir, sum komu alt árið í fjør
01-12-2023
Norðurlendsku felagsskapirnar hjá teimum, ið bera brek, koma nú við einari áminning á politikararnar
30-11-2023
Tørvurin á sálarhjálp veksur støðugt, men góðar royndir eru við at bjóða næmingum hjálp í skúlanum
29-11-2023