Breddin

Breddin
21-01-2021
Rottur á útoyggj, fyrsti dagur hjá Joe Biden og bankalán

Er rottan í Sandoy og hvussu skulu vit forða fyri, at rotta kemur á tær oyggjar har hon ikki er nú? Tað er nakað sum Umhvørvisstovan roynir at fáa greiðu á.
Í gjár stemplaði Joe Biden inn til arbeiðis í Hvítu húsunum, og á arbeiðsborðinum í forsetaskrivstovuni lá ein stakkur av kunngerðum, klárar at undirskriva. Men hvat kann ein forseti gera av sínum eintingum og er tað bara galdandi til ein nýggjur forseti kemur?
Tað, og meira aftrat fáa vit greiðu á um eina løtu saman við Erik Løksagarð Absalonsen og Sjúrða Skaale.
Tað hevur ongantíð verið bíligari at læna pening, samstundis sum tað kostar at hava ov nógvan pening standandi á bók í bankunum.
Hetta hevur millum annað verið við til trýsta húsaprísirnar upp seinastu árini, men hvat er veruligi prísurin av einum húsum, hvussu hava vanlig húski ráð og hví er tað lutfalsliga dýrari at taka lán í Føroyum enn aðrastaðni?
Vit tosa við Turið Finnbogadóttir Arge frá Bank Nordik og Olav Guttesen frá Betri Banka seinni í sendingini.
 

Sendingina gjørdu Marjun Dalsgaard, Heini Gaard og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur.

Rúni Eysturlíð var tøkningur.

 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024
Ein aljtóða grein um eina nýggja ístíð hevur vakt ans í her heima og í fleiri altjóða miðlum
15-02-2024
Valevnini til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag kjakast í útvarpsstovuni og Allan Sørensen hevur tað nýggjasta úr Ísrael
13-02-2024
Hvussu troyta vit best okkara møguleikar fyri ávirkan í Arktis?
09-02-2024
Hómast nakar endi í krígnum í Ukraina og brúka føroyskir parlamentarikarar teir møguleikar, sum teir hava at gera sína ávirkan galdandi í Arktis
08-02-2024
Løgtingið er í hesum døgum karmur um Ungdómstingið 2024, har fólkaræðið verður sett á breddan.
06-02-2024