Breddin

Breddin: Politiskt kjak um prísvøkstur og hjálparpakkar
20-05-2022
Umboð fyri fýra størstu politisku flokkarnir kjakast í útvarpsstovuni

Tað gerst alsamt dýrari at liva. 

Tað er ein sannroynd, sum borgarar um allan heim merkja í hesum døgum, nú inflasjónin í fleiri av heimsins londum er tann størsta í eitt mannaminni. 

Sambært mátingum hjá altjóða marknaðarfyritøkuni Ipsos elvir prísvøkturin til stúran hjá 32 prosentum av borgarunum í 27 londum í apríl 2022. Tað er ein munandi vøkstur samanborið við fyri tveimum árum síðan, tá covid-farsóttin gjørdi, at 8 prosent av teimum spurdu stúrdu fyri prísvøkstri.

Seinastu tølini í Føroyum vísa, at brúkaraprístalið vaks við 4,4 prosentum frá 1. ársfjóðring 2021 til 1. ársfjóðring í ár. Harumframt vaks brúkaraprístalið við 2,3 prosentum frá fjórða ársfjórðing í 2021 til 1. ársfjóðring 2023. Tað er størsti prísvøkstur, sum er máldur millum tveir ársfjórðingar

Vaksandi prísirnir hava fingið fleiri til at mæla til, at okkurt munagott verður gjørt fyri at hjálpa teimum, sum verða harðast rakt av prísvøkstrinum. Harímillum Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, sum í tíðindunum mánadagin mælti til at seta fíggjarlig tiltøk í verk. Eitt hugskot, sum Súsanna Olsen, námslektari í samfelagsvísindum, tók undir við í Breddanum týsdagin. Í Breddanum mikudagin hittust Sonja Jógvansdóttir úr Samtak og Niels Winther úr Vinnuhúsinum til eitt kjak um støðuna. Har vísti Sonja Jógvansdóttir á, at príshækkingarnar setur teirra limir í eina trupla støðu. Tí mælti hon til, at átøk verða sett í verk alt fyri eitt at hjálpa teimum, sum eru enda í einari fíggjarliga sperdari støðu. Stjórin í Vinnuhúsinum mælti tó til at hava eitt sindur av tol fyri at staðfesta, um talan er um verandi broytingar ella eina fyribils støðu.

Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum, Helgi Abrahamsen, næstformaður í Sambandsflokkinu, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, kjakast í útvarpsstovuni um príshækkingar og hjálparpakkar til tey hart sperdu.

Sendingina gjørdu Elin Mirjamsdóttir, Jón Brian Hvidtfeldt og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024
Ein aljtóða grein um eina nýggja ístíð hevur vakt ans í her heima og í fleiri altjóða miðlum
15-02-2024
Valevnini til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag kjakast í útvarpsstovuni og Allan Sørensen hevur tað nýggjasta úr Ísrael
13-02-2024
Hvussu troyta vit best okkara møguleikar fyri ávirkan í Arktis?
09-02-2024
Hómast nakar endi í krígnum í Ukraina og brúka føroyskir parlamentarikarar teir møguleikar, sum teir hava at gera sína ávirkan galdandi í Arktis
08-02-2024
Løgtingið er í hesum døgum karmur um Ungdómstingið 2024, har fólkaræðið verður sett á breddan.
06-02-2024