Breddin

Breddin: Løgtingsval og Fólkaflokkurin
10-11-2022
Ein politisk bumba brast í morgun, tá Christian Andrease boðaði frá, at hann leggur frá sær sum formaður í Fólkaflokkinum.

Eftir at Jenis av Rana var koyrdur frá sum landsstýrismaður, brast aftur ein politisk bumba í morgun, tí klokkan 9.08 í morgun boðaði Christian Andreasen frá, at hann leggur frá sær sum formaður í Fólkaflokkinum.

 

Løgmaður hevur sum kunnugt skrivað út nýval til Løgtingið, tí samgongan hevur mist meirilutan, eftir at Miðflokkurin tók seg úr samgonguni.

Spenningur var leingi í luftini í gjár um, nær løgmaður fór at trýsta á valknøttin, og stutt fyri klokkan trý varð greitt, at vit hósdagin 8. desember aftur skulu taka støðu til, hvar krossurin skal setast.


Í sendingini tosa vit við Bárð á Steig Nielsen, virkandi løgmann, og Aksel V. Johannesen, formann fyri størsta flokkin í andstøðuni.

Eisini tosa vit við politiskar viðmerkjarar um, hvat vit kunnu vænta verður tikið upp í valstríðnum, og hvønn týdning tað hevur, at Christian Andreasen hevur lagt frá sær sum formaður í Fólkaflokkinum.

 

Luttakarar: Aksel V. Johannsen og Bárður á Steig Nielsen.

Sveinur Tróndarson, Árni Gregersen og Hallbera West. 

 

Gjørt sendingina:  Krista Johnsdóttir Kreutzmann, Birgit Carina Eliasen og Kári Mikkelsen, sum eisini var redaktørur. 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024
Ein aljtóða grein um eina nýggja ístíð hevur vakt ans í her heima og í fleiri altjóða miðlum
15-02-2024
Valevnini til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag kjakast í útvarpsstovuni og Allan Sørensen hevur tað nýggjasta úr Ísrael
13-02-2024
Hvussu troyta vit best okkara møguleikar fyri ávirkan í Arktis?
09-02-2024
Hómast nakar endi í krígnum í Ukraina og brúka føroyskir parlamentarikarar teir møguleikar, sum teir hava at gera sína ávirkan galdandi í Arktis
08-02-2024
Løgtingið er í hesum døgum karmur um Ungdómstingið 2024, har fólkaræðið verður sett á breddan.
06-02-2024