Breddin

Breddin: Tøkugjøld í alivinnuni
21-03-2023
Samrøður og politiskt kjak um hækkað tøkugjald

Sunnudagin var freistin at viðmerkja lógaruppskotið hjá Høgni Hoydal landsstýrismanni í vinnumálum um hækkaði tøkugjøld í alivinnuni.
Uppskotið byggir á somu skipan sum undanfarna samgonga ætlaði at halda fram við.

Í uppskotinum hjá Høgni Hoydal er stigin longdur - tað vil siga tøkugjaldið hækkar meiri, jú longur prísurin fer upp samanborið við uppskotið hjá undanfarnu samgongu.

Stigin í uppskotinum hjá undanfarna landsstýrið endaði við einum tøkugjaldi uppá 10 prosent av søluprísinum um vinningurin pr kilo er 25 krónur.
Eftir núverandi stiga skulu alifyritøkurnar rinda 20 prosent í tøkugjaldi um prísurin fer upp á 80 krónur kg - og vinningurin er 40 krónur kg.

Lógaruppskotið tryggjar eisini at tøkugjaldið er lægri, tá prísurin á laksi er lágur.

Vit tosa við Landsstýrismannin í Vinnumálum, umboð fyri alivinnnuna, fakfólk og síðst í sendingini er politisk kjak, har vinnunevndin er umboðað.
 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024
Ein aljtóða grein um eina nýggja ístíð hevur vakt ans í her heima og í fleiri altjóða miðlum
15-02-2024
Valevnini til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag kjakast í útvarpsstovuni og Allan Sørensen hevur tað nýggjasta úr Ísrael
13-02-2024
Hvussu troyta vit best okkara møguleikar fyri ávirkan í Arktis?
09-02-2024
Hómast nakar endi í krígnum í Ukraina og brúka føroyskir parlamentarikarar teir møguleikar, sum teir hava at gera sína ávirkan galdandi í Arktis
08-02-2024
Løgtingið er í hesum døgum karmur um Ungdómstingið 2024, har fólkaræðið verður sett á breddan.
06-02-2024
Tað er ódámligt smikur tá løgmaður og landsstýrismaðurin í tilbúgving takkaðu fyri eftir ódnina mikudagin halda summi og stýra ríkmenn for nógv við gávum?
02-02-2024
Er valdsjavnvágin í heiminum við at broytast? Og hvussu hevur fólkaræðið í vesturheiminum tað? Tað er á Breddanum í dag.
01-02-2024
Lógin um burðadygga ferðavinnu fer at minka um inntøkugrundarlagið á smærru plássunum, heldur stjórin í Jarðum og talsmaður fyri hagapartarnar í Mykinesi
30-01-2024
Høgni Hoydal hevur í dag lagt fram uppskot um gongd í haga til hoyringar. Vit hyggja eisini uppá fíggjarpolitiskt regluverk - hvat er tað og skulu vit hava tað?
26-01-2024