- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
H-bygningurin er higartil vorðin 254 milliónir krónur dýrari enn ætlað, og tá verður kanska enntá neyðugt við minst eini eykajáttan afturat.
Í dag viðgerð løgtingið "uppskot til samtyktar" um at gera greiðar reglur fyri, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast í framtíðini.
Vit tosa við Eyðgunn Samuelsen, forkvinnu í fíggjarnevndini, Bárð á Steig Nielsen, fyrrverandi løgmann og formann í Sambandsflokkinum, og Beinir Johannesen, limur í fíggjarnevndini og formann í Fólkaflokkinum
Turkaland
Verður Turkaland aftur eitt demokratiskt land, sum andstøðuleiðarin Kemal Kilicdaroglu lovar, ella velja turkar at halda fram við Recep Tayyip Erdogan, sum longu hevur sitið við valdið í 20 ár?
Turkiska valið sunnukvøldið varð ein sannur "gysari", men enn er ikki gjørt av, hvør vinnur.
Seinna valumfarið verður 28. mai.
Regin Berg, samfelagsfrøðingur greinaði støðuna í Turkalandi.
Gestir: Eyðgunn Samuelsen, Bárður á Steig Nielsen, Beinir Johannesen og Regin Berg.
Gjørt sendingina hava Birgit Carina Eliasen, Ruth Winther Poulsen og Frants Jensen, sum eisini er redaktørur.
Tøkningur var Kári Annand Berg.