Brunsj

Brunsj við Niels Petur Nolsøe (NePtuN)
17-04-2021
Sent varð beinleiðis úr hugnaligu stovuni heima hjá Niels Petur Nolsøe í Vági, har hann býr saman við konu síni Sólvu.

Niels Petur Nolsøe er 76 ár, føddur, uppvaksin og búsitandi í Vági. Hann er útlærdur skúlalærari og kendur sum skald og undirhaldari. Tá hann yrkir nevnir hann seg oftast NePtuN.

Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Niels Petur millum annað frá sínum upphavi og frá barna og ungdómsárunum í Vági. Eisini sigur hann frá fleiri stuttligum upplivingum, tá hann gekk á Læraraskúlanum í Havn í seinnu helvt av 60'unum.

Niels Petur hevur givið út yrkingasøvnini "Smátúgvur" í 2004 og "Um heimlig tún" í 2018. Hann hevur gjørt fleiri V4 yrkingar og tættir, og skriva eina ørgrynnu av veitslusangum. Fleiri av yrkingunum hava aðrir sett løg til og givið út sum sangir.

Eyðfinn Jensen legði til rættis.

 

Brunsj

Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00.. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Eir á Varðabyrgi í Havn
22-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Eli og Lilliuni á Ágarði heima á Sandi
15-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Óluvu og Andrew í Fjósagøtu í Havn
08-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Pól og Bjørg í íbúðini oman Valrætt í Klaksvík.
01-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Oddbjørg á Spógvavegi í Havn
24-09-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni í barnaheiminum í Gundadali í Havn, har Hans Petur hevur havt bústað seinastu trý árini.
17-09-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Elisabeth og Klæmint í Skálavík
10-09-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Ingvør í Stephanssons húsi á Kongabrúnni í Havn
19-06-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Ólavi og Ester á Bóndaheygi í Vesturbýnum í Havn
12-06-2022
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Linda frá sínum trupla barndómi og avbjóðandi lívsleið.
04-06-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Poul og Ellu á Müllersgarði í Havnadali
28-05-2022
Sent varð beinleiðis heima úr stovuni í barnaheiminum á Traðarvegnum í Havn, har Eirik Suni og Tóra hava búð síðan 2015
07-05-2022