Brunsj

Heri Jakobsen er gestur í Brunsj
29-05-2021
Heri Jakobsen er útlærdur lærari og serlærari innan orðblindni, men føringar kenna hann best frá útvarps og sjónvarpssendingum í 90'unum og 00'unum.

Í Brunsj greiðir Heri frá sínum uppruna og uppvøkstri í Havn og í Skopun, umframt hendingum og viðurskiftum, ið hava havt avgerandi týdning fyri hansara lívsleið.  

Í dag starvast Heri sum hýruvognsførari, men hann hevur eisini drúgvar royndir sum millum annað sjóðmaður, útvarps og sjónvarpsvertur, og so sum lærari í fólkaskúlanum.  

Umframt tónleik, sum Heri velur, hoyra vit eisini telefonskemt úr útvarpssendingunum “Barometrið” og “Karrusellin”, sum Heri luttók í. 

Sent verður beinleiðis úr køkinum í barnaheiminum hjá Hera á Tjarnardeild í Havn, har hann býr saman við foreldrum sínum.

Eyðfinn Jensen er vertur. 

Brunsj

Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00.. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Eir á Varðabyrgi í Havn
22-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Eli og Lilliuni á Ágarði heima á Sandi
15-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Óluvu og Andrew í Fjósagøtu í Havn
08-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Pól og Bjørg í íbúðini oman Valrætt í Klaksvík.
01-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Oddbjørg á Spógvavegi í Havn
24-09-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni í barnaheiminum í Gundadali í Havn, har Hans Petur hevur havt bústað seinastu trý árini.
17-09-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Elisabeth og Klæmint í Skálavík
10-09-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Ingvør í Stephanssons húsi á Kongabrúnni í Havn
19-06-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Ólavi og Ester á Bóndaheygi í Vesturbýnum í Havn
12-06-2022
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Linda frá sínum trupla barndómi og avbjóðandi lívsleið.
04-06-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Poul og Ellu á Müllersgarði í Havnadali
28-05-2022
Sent varð beinleiðis heima úr stovuni í barnaheiminum á Traðarvegnum í Havn, har Eirik Suni og Tóra hava búð síðan 2015
07-05-2022