Brunsj

Brunsj við Reiley
15-01-2022
Sent varð beinleiðis av Traðarvegi í Havn, har Reiley arbeiðir og býr, tá hann vitjar foreldur síni í Føroyum.
Reiley er pallnavnið hjá Rana Petersen úr Havn, sum gjørdi sáttmála við søguliga plátufelagið Atlantic Records í USA í 2019. Hann flutti tí til Los Angeles í januar í 2020, men tá Korona stongdi mørkini til USA, mátti Reiley aftur til London, har hann síðan hevur starvast sum fulltíðar tónleikari og ávirkari (influensari).
 
Reiley hevur givið fýra sangir, eitt staklag og eina EP, út seinasta árið, og so ger hann javnan ymisk filmsbrot til Tik Tok, har hann hevur fleiri enn 11 milliónir fylgjarar.
 
Í sendingini greiðir Reiley millum annað frá síni bakgrund og frá tilveruni sum ávirkari og proffesionellur sangskrivari og sangari.
 
Eyðfinn Jensen er vertur.

Brunsj

Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00.. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Eir á Varðabyrgi í Havn
22-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Eli og Lilliuni á Ágarði heima á Sandi
15-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Óluvu og Andrew í Fjósagøtu í Havn
08-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Pól og Bjørg í íbúðini oman Valrætt í Klaksvík.
01-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Oddbjørg á Spógvavegi í Havn
24-09-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni í barnaheiminum í Gundadali í Havn, har Hans Petur hevur havt bústað seinastu trý árini.
17-09-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Elisabeth og Klæmint í Skálavík
10-09-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Ingvør í Stephanssons húsi á Kongabrúnni í Havn
19-06-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Ólavi og Ester á Bóndaheygi í Vesturbýnum í Havn
12-06-2022
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Linda frá sínum trupla barndómi og avbjóðandi lívsleið.
04-06-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Poul og Ellu á Müllersgarði í Havnadali
28-05-2022
Sent varð beinleiðis heima úr stovuni í barnaheiminum á Traðarvegnum í Havn, har Eirik Suni og Tóra hava búð síðan 2015
07-05-2022