Brunsj

Brunsj við Elisu Vang
29-01-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima í Fútalág í Havn, har Elisa býr saman við manni sínum Høgna og teirra trimum børnum.

Elisa Vang er 35 ár, fødd og uppvaksin á Tvøroyri, búsitandi í Havn. Hon er útbúgvin stjórnmálafrøðingur og starvast dagliga sum samskiftisfólk hjá Føroya Arbeiðarafelag. 

Elisa er eisini útbúgvin yoga lærari og rekur fyritøkuna Andarúm Yoga. Harumframt skipar hon saman við øðrum fyri Gin Yoga til veitslukend høvi.  

Elisu dámar sera væl at skemta og at undirhalda. Hon hevur luttikið á “Stand-Up Comedy" skeiði hjá Sjúrða Skaale, Bárði Persson og Jákupi Dahl og framført til til fleiri almen og privat tiltøk millum annað “Bart út” á Reinsaríinum og “Uppreistur” í Salt. 

Elisa arbeiðir fyri at broyta ímyndina av tjúkkum fólkum, og hon heldur javnan fyrilestrar um fitiskamman ella “fatshaming”, sum tað eitur á enskum.

Eyðfinn Jensen er vertur.

Brunsj

Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00.. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Eir á Varðabyrgi í Havn
22-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Eli og Lilliuni á Ágarði heima á Sandi
15-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Óluvu og Andrew í Fjósagøtu í Havn
08-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Pól og Bjørg í íbúðini oman Valrætt í Klaksvík.
01-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Oddbjørg á Spógvavegi í Havn
24-09-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni í barnaheiminum í Gundadali í Havn, har Hans Petur hevur havt bústað seinastu trý árini.
17-09-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Elisabeth og Klæmint í Skálavík
10-09-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Ingvør í Stephanssons húsi á Kongabrúnni í Havn
19-06-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Ólavi og Ester á Bóndaheygi í Vesturbýnum í Havn
12-06-2022
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Linda frá sínum trupla barndómi og avbjóðandi lívsleið.
04-06-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Poul og Ellu á Müllersgarði í Havnadali
28-05-2022
Sent varð beinleiðis heima úr stovuni í barnaheiminum á Traðarvegnum í Havn, har Eirik Suni og Tóra hava búð síðan 2015
07-05-2022