Brunsj

Maria Andersen er gestur í Brunsj
05-11-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni í íbúðini hjá Mariu á Kastelsvej á Eysturbrúgv í Keypmannahavn.

Maria Andersen er fødd í 1941 í Miðvági, har hon eisini er uppvaksin. Sum nítjan ára gomul flutti Maria til Danmarkar, har hon hevur búð líka síðan.

Hon er útbúgvin námsfrøðingur, og hevur starvast við børnum og ungum alt lívið.

Sum ung fekk Maria áhugað fyri samfelagsviðurskiftum og byrjaði at virka í ymiskum felagsskapum og mótmælisgongum.

Í nógv ár búði og arbeiddi Maria á ymiskum kollektivum, og saman við táverandi manni sínum, Knút Andersen, stovnaði hon “De kollektive børne og ungdomsmiljøer” í 70’unum. Endamálið við felagsskapinum var at broyta barnaforsorgina í Danmark.

Umframt at hava uppliva ungdómsuppreisturin og flower power tíðina í 60’unum og 70’unum, var Maria eisini á Tvind háskúla, har tey koyrdu við tíggju gomlum bussum til New Delhi í Indien ígjøgnum Turkaland, Afganistan, Iran, Irak, Pakistan og onnur lond.

Eyðfinn Jensen er vertur. 

Brunsj

Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00.. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Eir á Varðabyrgi í Havn
22-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Eli og Lilliuni á Ágarði heima á Sandi
15-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Óluvu og Andrew í Fjósagøtu í Havn
08-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Pól og Bjørg í íbúðini oman Valrætt í Klaksvík.
01-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Oddbjørg á Spógvavegi í Havn
24-09-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni í barnaheiminum í Gundadali í Havn, har Hans Petur hevur havt bústað seinastu trý árini.
17-09-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Elisabeth og Klæmint í Skálavík
10-09-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Ingvør í Stephanssons húsi á Kongabrúnni í Havn
19-06-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Ólavi og Ester á Bóndaheygi í Vesturbýnum í Havn
12-06-2022
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Linda frá sínum trupla barndómi og avbjóðandi lívsleið.
04-06-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Poul og Ellu á Müllersgarði í Havnadali
28-05-2022
Sent varð beinleiðis heima úr stovuni í barnaheiminum á Traðarvegnum í Havn, har Eirik Suni og Tóra hava búð síðan 2015
07-05-2022