Brunsj

Brunsj við Jóhann Mortensen
28-01-2023
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Jóhann og Sólju í Ólavsstovu í søguligu húsunum í Soylugørðum í Kaldbak, ið vórðu bygd síðst í 1700 árunum.

Jóhann Mortensen er føddur í 1950 í Havn, har hann eisini vaks upp.

Jóhann er útbúgvin journalistur og hevur starvast í Útvarpinum og Kringvarpinum í 36 ár. Áðrenn tað var hann blaðmaður á Sosialinum í 6 ár.

Frá 1995 til 2008 var hann tíðindaleiðari í útvarpinum, men annars er hann helst best kendur fyri náttúru og mentannarsendingar. Í meir enn 17 ár gjørdi hann vælumtóktu sendirøðina Frítíð og náttúra.

Hóast Jóhann er farin frá vegna aldur, framleiðir hann enn sendingar í útvarpinum. Nýggjasta sendirøðin er ein spurnaðarkapping um kvæði og føroyskan dans, ið er skipa millum dansifeløg í føroyum.

Harumframt er Jóhann sera virkin á nógvum ymiskum økjum. Hann er millum annað formaður í Skógfriðingarnevndini, limur í staðbundnu Kaldbaksnevndini og virkin í áhugabólkinum Varveitið fríøkið við Sandá.

Eyðfinn Jensen er vertur.

 

Brunsj

Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00.. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Eir á Varðabyrgi í Havn
22-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Eli og Lilliuni á Ágarði heima á Sandi
15-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Óluvu og Andrew í Fjósagøtu í Havn
08-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Pól og Bjørg í íbúðini oman Valrætt í Klaksvík.
01-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Oddbjørg á Spógvavegi í Havn
24-09-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni í barnaheiminum í Gundadali í Havn, har Hans Petur hevur havt bústað seinastu trý árini.
17-09-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Elisabeth og Klæmint í Skálavík
10-09-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Ingvør í Stephanssons húsi á Kongabrúnni í Havn
19-06-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Ólavi og Ester á Bóndaheygi í Vesturbýnum í Havn
12-06-2022
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Linda frá sínum trupla barndómi og avbjóðandi lívsleið.
04-06-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Poul og Ellu á Müllersgarði í Havnadali
28-05-2022
Sent varð beinleiðis heima úr stovuni í barnaheiminum á Traðarvegnum í Havn, har Eirik Suni og Tóra hava búð síðan 2015
07-05-2022