- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj
Magni Christiansen er 50 ár, føddur í Tórshavn, uppvaksin og búsitandi í Vestmanna
Magni er best kendur sum kontri tónleikari og sangari. Hann hevur givið 8 heildarútgávur út, og tann 9. kemur eftir ætlan út í summar. Í sendingini hoyra vit eitt lag av komandi útgávuni.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Magni frá síni familju og frá uppvøkstrinum í Vestmanna.
Í sínum vaksna lívið hevur Magni starvast mest sum stuðul og hjálpari hjá bæði børnum og vaksnum. Millum annað hevur hann arbeitt á barnaheimi í Føroyum og í Danmark og á Eiragarði í Havn. Seinastu fýra árini hevur Magni starvast sum hjálparfólk í barnagarðinum Áarlon í Kvívík.
Í sendingini verður eisini prátað um fleiri upplivingar og hendingar, ið hava myndað hansara áhugaverdu tónleikaligu yrkisleið.
Eyðfinn Jensen er vertur.