Brunsj

Ummæli: Holgar, Kanska tú svav
28-10-2013
Nýggja fløgan við Holgari Jacobsen, Kanska tú svav, fær fimm av seks stjørnum frá Niels Una Dam, ummælara í Brunsj.

Týsdagin tann 8. oktober varð nýggja fløgan hjá Holgari Jacobsen, Kanska tú svav, givin út á føroyska markanðin. Á fløguni eru 12 sangir, av teimun hevur Holgar skriva ellivu, og Jóan Jakku guttesen gjørt ein tekst. Síðsta lagið er tøkulagið Syneta, ið Bubbe Mortens hevur skrivað.

Grundupptøkurnar eru gjørdar í Bloch Studio tann 23. til 25. apríl í ár, og síðan í Finnursa studio við Svalbardsvegin. Finnur Hansen hevur framleitt, tikið upp, miksað og mastrað.

Tónleikarar á fløguni eru Tórfríð Tavsen sang og kór, Rógvi á Rógvu trummur, Mikael Blak, bass, Finnur Hansen, tangentar, slagverk, horn og kór, Ólavur Olsen, horn, Holgar Jacobsen, gittarar og sang.

Í sendingini sigur Niels Uni Dam sína hugsan um nýggju fløguna, eins og fleiri sangir av útgávuni verða spældir.

Brunsj

Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00.. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Eir á Varðabyrgi í Havn
22-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Eli og Lilliuni á Ágarði heima á Sandi
15-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Óluvu og Andrew í Fjósagøtu í Havn
08-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Pól og Bjørg í íbúðini oman Valrætt í Klaksvík.
01-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Oddbjørg á Spógvavegi í Havn
24-09-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni í barnaheiminum í Gundadali í Havn, har Hans Petur hevur havt bústað seinastu trý árini.
17-09-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Elisabeth og Klæmint í Skálavík
10-09-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Ingvør í Stephanssons húsi á Kongabrúnni í Havn
19-06-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Ólavi og Ester á Bóndaheygi í Vesturbýnum í Havn
12-06-2022
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Linda frá sínum trupla barndómi og avbjóðandi lívsleið.
04-06-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Poul og Ellu á Müllersgarði í Havnadali
28-05-2022
Sent varð beinleiðis heima úr stovuni í barnaheiminum á Traðarvegnum í Havn, har Eirik Suni og Tóra hava búð síðan 2015
07-05-2022